Stjórnarlimurin í Royal Greenland gjøgnum mong ár, Lars Nielsen, hevur sín seinasta dag hjá felagnum í dag, 28. februar.
Tað upplýsir Royal Greenland í stuttorðaðum tíðindaskrivi í dag, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur.
Felagið sigur, at partarnir hava gjørt eina sínámillum avtalu, og felagið takkar Lars Nielsen fyri tíðina.
- Vit vilja takka Lars Nielsen fyri nærum 30 ára arbeiði fyri Royal Greenland og fyri grønlendska fiskivinnuna yvirhøvur.
Í februar í ár segði stóra almenna grønlendska reiðaríið eisini stjóranum, Susanne Arfelt Rajamand, farvæl.
Úrslitini hjá Royal Greenland hava verið vánalig í seinastuni, og fyritøkan hevur havt hall á fleiri enn 200 milliónir krónur.
Tað er gønlendska kringvarpið - KNR - sum eigur viðheftu mynd av nú fráfarna nevndarliminum, Lars Nielsen.