Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021?
- Eg fari at brúka nakað av tíð upp á húsini og ting, eg havi trupult við at finna tíð til.
Tað sigur Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, sum vísir á, at sum leiðari av Gøtu Kirkju Ungdómskóri hevur hann eina skrá við miniturné í Suðuroy, Havn og Gøtu, og kórárið endar hin 15. juli við einari framførslu í Norðurlandahúsinum í samband við drotningavitjanina.
Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður tað ein túrur av landinum?
- Alt summarið verður hildið í Føroyum.
Ferðast tú eisini í egnum landi?
- Ja, vit fara at gera nakrar túrar runt í Føroyum til støð, har vit ikki áður hava verið, eitt nú til Mykinesar.
Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum?
- Tilmælini koma nokk at halda fram í ávísan mun, men eg vænti tó ikki, at hetta fer at ávirka í stóran mun. Ringast er tó hjá ferðavinnuni, sum livir av útlendskum ferðandi. Tey koma neyvan higar at vitja í sama mun sum fyri koronu.
Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag?
- Onkrir dagar hava verið góðir, men enn manglar summarhitin, og vónandi kemur hann skjótt, heldur Símun Hammer fyri.











