Amerikanski stjórin í World Wildlife Fund, Carter Roberts, var á gátt hjá borgarstjóranum Heðin Mortensen í gjáramorgunin, saman við nevndarformanninum í Ocean Rainforest, Magna Arge.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.
World Wildlife Fund (WWF) – felagsskapurin við pandamerkinum – er millum partaeigararnar í føroysku taraalifyritøkuni Ocean Rainforest, sum mikudagin tók í nýtslu heimsins fyrsta serbygda alibát til taraaling.
Carter Roberts brúkti eisini høvið til at vitja framleiðsluvirkið og høvuðssætið hjá Ocean Rainforest i Kaldbak, og at kunna seg um søgu og viðurskifti í Føroyum. Hann var bergtikin av Føroyum og vissaði borgarstjóran um, at hetta var bara fyrsta ferð hansara til Føroya, og næstu ferð tók hann fleiri við sær.
Stjórin í WWF heldur tað verða umráðandi at seta ferð á burðardygga framleiðslu av matvøru úr havinum, sum samstundis kann minka um CO2-útlát og veðurlagsbroytingar.
Millum týðandi átøkini, ið kunnu gagna buraðardyggu leiðini at røkka heimsmálunum, er aling av tara, og saman við undangongufelagnum Ocean Rainforest liggja Føroyar fremst í hesi tilgongdini í vesturheiminum, heldur hann.