Stjórin á Kósini serveraði sjálvur fish & chips

Køin til nýggju Fish & Chips-búðina hjá Hanusi tók ongan enda á Sjómannadegnum í gjár – øll vildu sleppa at smakka hesa serligu matskrá

 

Køin til nýggju Fish & Chips-búðina hjá Hanusi tók ongan enda á Sjómannadegnum í gjár – øll vildu sleppa at smakka hesa serligu matskrá.

 

Stjórin sjálvur á »Kósin Seafood«, Hanus Hansen, stóð innan fyri diskin og serveraði fólkunum tosk frá Gadus. Men kønar hendur úr Onglandi, Gavin og Craig, løgdu lag á. Sjálvandi var høvuðskokkurin, Heini Ósá, eisini á staðnum, og Jógvan Hansen gekk eisni til handa saman við hópin av øðrum fólki, sum eru knýtt til virkið.

 

Men best av øllum – tað legðist bara til køina. Øll vildu smakka henda forkunnuga rætt. So kanska fer Hanus, sum allan dagin stóð aftan fyri diskin, at lata upp eina nýggja búð við matskráini Fish & Chips, har høvuðsvøran er fyrsta floks flak frá Gadus? Hesi somu vøru, sum Gavin og Craig hava vunnið hópin av kappingum við í Onglandi – so nógvar, at teir eru nr. 1 í suður Onglandi?

 

Viðhvørt var ógvuliga rokaligt, men alla tíðina við einum løttum tóna. So ikki kann sigast annað enn, at dagurin hjá Hanusi, Jógvani, Heina, Óla, Gavin og Craig og øllum hinum hevur verið ein »big success«, sum tey siga í Onglandi.