Kristian R. Davidsen, sum hevur stjórnað Føroya Tele seinastu níggju árini, hevur nú sagt upp.
Hann flytir nú til Grønlands, har hann hevur tikið av einum tilboði um at gerast stjóri í TELE-POST í Grønlandi, sum er sama slag felag í Grønlandi, sum Føroya Tele er í Føroyum.
Sostatt skal Føroya Tele nú hava nýggjan stjóra, og tað fara tey at søkja eftir í næstum, og hann skal byrja í starvinum í seinasta lagi á nýggjárinum.
Ómar Svavarsson, nevndarformaður í Føroya Tele, sigur, at Kristian Davidsen hevur gjørt nógv fyri at effektivisera og umskipa Føroya Tele til eitt væl rikið telefelag, sum veitir føroyingum samskiftistænastur á høgum stigi.
Kristian Davidsen sigur, at tað er ein tíð síðani, at hann fekk áheitan um at verða stjóri í Grønlandi og nú hevur hann tikið av. Hann heldur kortini fram í Føroya Tele til nýggjur stjóri er funnin.
Nevndin í Føroya Tele fer nú undir eina tilgongd at viðgera, hvat krevst av einum komandi stjóra, og hvør er tann rætti avloysarin fyri Kristian R. Davidsen, sigur Ómar Svavarsson.