- Tað er bara so kavrotið, at tað, sum fólk eigur, ikki kann fáa frið.
Bárður Olsen, nýklaktur føroyameistari við HB, dylir ikki fyri, at hann er eitt sindur irriteraður í dag.
Í gjár var hann í himmiríki, tá ið hann vann FM heitið við HB, og tað varð hátíðarhildið við samkomu í HB-húsinum í gjárkvøldið.
- Eitt skifti heingi eg vestin hjá mær upp á ein ovn. Men eg droymdi ikki um, at hann ikki skuldi fáa frið, so eg læt bæði mappu og fartelefon liggja í vestalummanum, sigur Bárður.
Men einaferð varnast hann, at bæði mappa og fartelefonin, ein iPhone, eru burtur.
- Tað er ótrúliga rotið, at slíkt ikki kann fáa frið í HB húsinum, sigur hann, sum á myndini er í dysti ímóti KÍ.
Hann sigur, at tann, sum hevur stolið mappuna og telefonina, fáa ikki stórvegis gleði av tí.
- Í mappuni vóru bara gjaldskort og og koyrikort, men eingir pengar.
- Og telefonin varð sløkt og kann tískil ikki brúkas til nakað sum helst.
Men hann leggur afturat, at hetta er ein stórur missur fyri hann, tí hann hevur lænt pengar frá systur síni fyri telefonina og hann var ikki liðugur at rinda systrini lánið aftur.
Tí vónar hann, at onkur sendir honum stolnu lutirnar aftur.
Á Føroya Tele siga tey, at verður telefonin eftirlýst, og IMEI nummarið upplýst, kann hon sporast og finnast, sama um nummarið er skift.