Stjólu 1800 krónur og gjaldskort

Tað varð ein dýr nátt hjá einum starvsfólki í einum skeinkistaði í Suðuroy

Tá í eitt starvsfólk á einum skeinkistaði í Suðuroy fór til arbeiðis í gjárkvøldið, varð tað ein dýr søga.

Tað endaði nevniliga við, at onkur stjól taskuna hjá viðkomandi og í henni vóru 1800 krónur, gjaldakort og annað.

Upprunaliga varð boðað frá, at ein fartelda eisini var í taskuni, men tað var ein misskiljing.

Málið er meldað til løgregluna, sum er í ferð við at kanna stuldurin, men enn er eingin tikin.

 

Annars var eisini herverk framt á politistøðina í Klaksvík. Har er onkur komin framvið í nátt og hevur tveitt ein stein inn ígjøgnum ein rút beint við úthurðina.

Eingin er tikin enn, men vakmyndatól eru á økinum, so løgreglan hevur góðar vónir um at finna tann seka.

Talan er um eina myrkagrøna toytasku og á taskuni stendur Faroe Islands