Stjól undirtroyggjur í einum handli

Í gjár varð boðað frá stuldri í einum handli í Havn

 

Tað var um 14 tíðina í gjár, at boðað varð løgregluni frá, at ein maður hevur stolið vørur í einum handli í Havn.

Talan var um ein mann, sum var farin at prøva tvær t-shirts. Men í staðin fyri at gjalda ella lata vørurnar aftur, fór viðkomandi avstað við vørunum.

Maður slapp til rýmingar, og løgreglan hevur ikki funnið mannin, men arbeiðir við málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Løgreglan mátti eisini upp í leikin, tá ein maður var sera uppfarandi í eini kiosk í Havn í gjár. Løgreglan kom á staðið, og tað endaði við, at maðurin varð tvangsinnlagdur, tí honum tørvaði sálarliga viðgerð og hjálp.