Løgreglan í Havn hevur tikið ein mann í dag fyri at stjala spritt á Landssjúkrahúsinum.
Hann verður nú skuldsettur fyri stuldurin og kann vænta sær eina bót.
Hann er skuldsettur fyri at hava stolið ein dunk við 750 mm av spritti í og tað hevði hann ætlað sær at drekka
Talan er um tað slagið av spritti, sum hongur ymsastaðni á Landssjúkrahúsinum og sum verður brúkt at sóttreinsa sær hendurnar við.
Løgreglan sigur, at tað ein afturvendandi trupulleiki, hetta slagið av spritti verður stolið at drekka ístaðin fyri vanligt rúsdrekka.
Tað er mest av Landssúkrahúsinum at løgreglan fær fráboðanir um slíkt.
Maðurin, sum er tikin í dag, er áður tikin fyri sama lógarbrot.
|









