Stjól dýra fartelefon

Men hann varð uppdagaður og meldaður


Ein ungur maður verður nú skuldsettur fyri stuldur inni í einum handli hjá Føroya Tele.

Hann var farin inn í ein handil hjá Føroya Tele og ímeðan hann hugdi runt, nýtti hann høvi at stinga eina av teimum heilt dýru fartelefonunum, sum stóðu til framvísingar, í lumman.

Stuldurin varð skjótt uppdagaður og løgreglan veit, hvør tjóvurin er, so tað gongur sína gongd.