Stjól av óvart

Meiri verður ikki gjørt við málið, sigur løgreglan

Meiningin var ikki at stjala, og so verður ikki meiri gjørt við málið.

 

Ein hýruvognsførari, sum misti telefonina leygarnáttina, hevur nú fingið hana aftur.

 

 

 

Les eisini: Misbrúkti álitið hjá blíðum hýruvognsførara

 

 

Hann boðaði løgregluni frá, at hann hevði koyrt ein mann, men áðrenn maðurin fór úr bilinum, vildi hann sleppa at læna telefonina hjá hýruvognsføraranum. Tað slapp hann, men, men brádliga læt hann hurðina upp, og stakk av við telefonini.

 

Hýruvognsførarin hevði eitt dýrt hald, og hann stúrdi fyri, hvat tjóvurin kundi finna upp á, og at hann fór at fáa eina fúla rokning.

 

Men tað var ongin orsøk at stúra, tí í gjár avleveraði tjóvurin telefonina aftur av sínum eintingum. Hann segði, at hann hevði verið fullur, og visti ikki, hví hann hevði stungið telefonina í lumman, og var rýmdur.

 

Men ætlanin var ikki at stjala hana, og hann ringdi sjálvur at boða frá, at hann hevði hana. Hann hevði heldur ikki brúkt telefonina, áðrenn hann læt hana innaftur, so meiri verður ikki gjørt við málið, sigur løgreglan.