Manchester United hevur í dag keypt Memphis Depay fyri áleið 250 milliónir krónur. Skiftið er treytað av, at Memphis Depay klárar lækna kanningina.
Feløg sum Chelsea og Liverpool hava verið sett í samband við toppskjúttan í hollendskum fótbólti hetta kappingarárið. Mett verður tó, at hollendski venjarin hjá Manchester United hevur verið ein lykla orsøk til, at Memphis Depay hevur valt Manchester United. Tað var millum annað júst Louis van Gaal, sum gav honum debut á hollendska landsliðnum í 2013.
Í PSV eru tey errin av menningin av Memphis Depay, sum hevur spælt í felagnum í fleiri ár.
- Vit eru sera stolir av hesi søluni. Memphis hevur spælt við øllum ungdómsliðnum, og var ein lyklaspælari í at vinna meistaraheitið í ár. Hann er ein framúr produkt av hesum felagnum, sigur Marcel Brands, ítróttarstjóri í PSV.
Memphis Depay er 21 ára gamal og spælir fyri tað mesta á vonginum. Hann hevur spælt 122 dystir fyri PSV og skorað 49 mál.