Hvørt ár eru fleiri nýggj og spennandi nøvn, sum gera um seg í bestu føroysku fótbóltsdeildunum, og 2014 er einki undantak í so máta.
Treytin fyri at spælarar koma undir bólkin “ungir spælarar” er, at tey hava aldur til U21-landsliðið. Eitt landslið sum samstundis eisini er frálíkur sýnisgluggi hjá fleiri av teimum, sum hava fingið atkvøður í hesum bólkinum.
Nú er greitt, hvørji tey trý fremstu í hvørjum bólki eru.
Hjá kvinnunum eru tað Milja Simonsen úr HB, Arnborg Lervig úr ÍF/Víkingi og Margunn Lindholm úr EB/Streymi/Skála, sum hava fingið flestar atkvøður.
Hjá monnum eru nøvnini Hørður Askham úr B36, Árni Frederiksberg úr NSÍ og Bárður Hansen úr Víkingi.
Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið verður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Byrjað verður klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.










