Í fjør var hann so mikið eyðsýndur, at tað var eingin ivi um, at hann var ársins stjørnuskot hjá Víkingi og í føroyskum fótbólti yvirhøvur.
Talan er um 20 ára gamla miðvallaran Géza Dávid Turi. Í fjør var hann tann drúgvasti av øllum á liðnum hjá Víkingi, har hann var lyklaspælari á miðvøllinum.
Géza hevur røtur í Ungarn, og hann hevur verið uttanlands og royndarvant. Tí hevur tað ikki verið útilokað, at hann kanska fór at spæla uttanlands. Tað hevði verið stórur smeitur fyri Víking, og tí er tað stórur lætti í Sapugerði, nú tað í kvøld er vorðið alment, at Víkingur og Géza Dávid Turi hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at fíni miðvallarin eisini í 2022 fer at umboða barndómsfelagið.