Stjørnurnar falla í Wimbledon

Ársins Wimbledon-kapping vísir seg at vera eitt stjørnufall av teimum heilt stóru.

Í løtuni fer stóra tennis-kappingin Wimbledon fram í London.

 

Ársins kapping vísir seg at vera eitt stjørnufall av teimum heilt stóru.

 

Rafael Nadal tapti í gjár móti nummar 144 í heiminum, Andy Murray tapti í dag. Serena Williams, Na Li og Agnieszka Radwanska eru eisini slignar út.

 

Á kvinnusíðuni eru tríggjar av teimum fýra hægst styrkismettu kvinnunum eru longu slignar út úr kappingini. Serena Williams, styrkismett sum nummar eitt og Na Li, nummar tvey, vórðu báðar slignar út í triðja umfari, meðan Agnieszka Radwanska, styrkismett sum nummar fýra, tapti longu í fjórða umfari. Semifinalurnar verða millum Eugenie Bouchard úr Kanada (styrkismett nummar 13) móti Simona Halep (styrkismett nummar trý) og millum Lucie Safarova (nummar 23) móti Petra Kvitova (nummar 6).

 

Hjá harrunum vóru tríggir av teimum fýra hægst styrkismettu harrunum í kvartfinaluni, men fyrr í dag bleiv ein teirra, skotin Andy Murray, styrkismettur nummar trý, sligin út. Rafael Nadal, styrkismettur nummar tvey, tapti í gjár ímóti Nick Kyrgios, ið er styrkismettur sum nummar 144 í heiminum.

 

Hinar kvartfinalurnar eru Novak Djokovic úr Serbia (nummar eitt) móti Marin Cilic úr Kroatia (nummar 26), Stan Wawrinka úr Sveits (nummar fimm) móti Roger Federer úr Sveits (nummar fýra) og Milos Raonic úr Kanada (nummar átta) móti Nick Kyrgios úr Avstralia.

 

Semifinalurnar hjá kvinnunum vera spældar í morgin og hjá monnum fríggjadagin, og finalurnar leygardagin og sunnudagin.