Stjørnur á pall í Løkshøll

Í kvøld verður stór akkustisk konsert við nøkrum av okkara bestu tónleikanøvnum í Løkshøll, m.o. Lena og Niclas, kontrikongurin, kontriprinsessan, Signar í Homrum og Jóhan í Kollafirði.

Í kvøld verður stór akkustisk konsert við nøkrum av okkara bestu tónleikanøvnum í Løkshøll, m.o. Lena og Niclas, kontrikongurin, kontriprinsessan, Signar í Homrum og Jóhan í Kollafirði.

Løkshøll er karmur um eina heldur seina nýggjárskonsert í kvøld. Frá kl. 20, fara Hallur Joensen, Lena & Niclas, Kristina Bærendsen, SIgnar í Homrum, Jóhan & Rakul og Beddy at hundirhalda.

Meðan nøkur av nøvnunum eru nógv at hoyra á føroyskum pallum, er hetta eitt forkunnugt høvi, at hoyra Lenu og Niclas, ið hava verið í upptøkuhølinum seinastu tíðina, og arbeitt við einari nýggjari útgávu, ið kann væntast í mai.