Stjørnuleikari til Bayern

Ein av heimsins bestu miðvallarunum spælir við Bayern Múnchen komandi kappingarár

Talan er um 28 ára gamla Arturo Vidal, ið seinastu árini hevur gjørt um seg á sentrala miðvøllinum hjá Juventus. Støðugt hevur hann ment seg til ein teimum allar bestu á sínum plássi, og nú er greitt, at Vidal skal vera avloysarin hjá Bastian Schweinsteiger í Bayern Múnchen. Bastian Schweinsteiger sum kunnugt skiftur til Manchester United.

 

Karl-Heinz Rummenigge, ið er ítróttarstjóri í Bayern Múnchen, váttar fyri týska Bild, at skiftið verður veruleiki.

 

- Vit eru samdir við Juventus og Arturo Vidal um skiftið. Tað restar bert obligatoriska læknakanningin og sjálv sáttmálaundirskrivingin, áðrenn Arturo Vidal verður almannakunngjørdur sum Bayern-leikari, sigur Karl-Heinz Rummenigge við Bild.

 

Arturo Vidal er ættaður úr Kili, og hevur hann nýliga vunnið Copa América við tjóð sínari.