Stjørnan skiftir venjara

Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari

Mynd: (Svein Rógvi N. Ljósstein/Facebook)

Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini hjá Stjørnuni. Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein taka yvir.

 

- Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini. Hetta er gjørt í sátt og semju við nevndina og venjara. Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari. Venjaratoymið ið kemur at taka yvir restina av kappingarárinum, eru, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein, skrivar Stjørnan.

 

Tey bæði hava drúgvar royndir innan hondbólt og eisini hevur Svein Rógvi royndir sum venjari. Annika er eisini eitt sera kent andlit hjá stjørnuni, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið heiðursmerkir til felagið og hevur verið spælari í fleiri ár.

 

Mynd: (Svein Rógvi N. Ljósstein/Facebook)