Stjørnan skal hava nýggjan venjara

Høvuðsvenjarin, Henrik Gerster, er sagdur úr starvi.

Hondbóltsfelagið hjá kvinnum í Klaksvík, Stjørnan, skal hava ein nýggjan venjara. Tað skrivar Norðlýsið, ið hevur fingið upplýst, at felagið hevur koyrt høvuðsvenjaran Henrik Gester.


Tað er formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, ið hevur váttað tíðindini fyri lokala miðlinum, at tey hava koyrt høvuðsvenjaran.


- Orsøkin er, at tað er ein ósemja millum venjaran og leiðsluna. Nú fara vit at leita eftir nýggjum venjara og hann er vónandi komin uppá pláss í komandi viku, Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni, við Norðlýsið.


Tað eru einans fýra mánaðir síðani, at felagið setti Henrik Gerster í starv. Tá skrivaðu partarnir undir ein tvey-ára sáttmála.


Til nýggjur venjari er settur, tekur ungómsvenjarin, Michael Ericsson, sær av venjingini.