HONDBÓLTUR: Stjørnan er framvegis niðast í 1. deild hjá kvinnum. Leygardagin taptu tær 17-20 eftir hálvleiksstøðuna 7-13 móti einum Neistaliðið uttan Ingu Danberg. Støðan sær rættiliga døpur út hjá klaksvíkskvinnum, eftirsum VB fekk tvey stig, so tað nú bert er GÍ eftir at røkka hjá Stjørnuni.
Neistin er nummar tvey, tvey stig aftan fyri StÍF. Rúna Wardum var besti málskjútti hjá Neistanum. Hon gjørdi sjey mál ? tað sama sum Simona Hansen gjørdi fyri Stjørnuna.









