Stjørnan fekk nýggja vón

Hondbóltur: Botnliðið Stjørnan vann á VB og fekk nýggja vón í botninum

Stjørnan, sum er hondbóltsliðið hjá klaksvíkskvinnum, hevur ligið niðast í kappingini, síðani endaspælið byrjaði. Niðurflytingarspøkilsið er rættiliga farið at ganga í Klaksvík.

Leygardagin var so avgjørt seinasta útkall hjá Stjørnuni, um tær skuldu sleppa undan niðurflyting. Fýra stig vóru upp til næstniðastu liðini GÍ og VB, so kravið var einfalt: Vinn í dag ella spæl í 2. deild næsta ár.

Klaksvíkskvinnur tóku kravið í álvara og vunnu VB-dystin 20-11.

Tað vóru serliga seinastu tíggju minuttirnir av fyrra hálvleiki, sum skuldu vísa seg at gerast avgerandi fyri dystin. Tá slapp Stjørnan frá 5-3 upp á 10-4, og tað var ov stórur munur hjá VB-kvinnunum at taka innaftur.

VB, sum Í Klaksvík spældi uttan toppskjúttan Sólrun Krosslá, hevur framvegis seks stig og eigur at kunna halda sær uppi í bestu deildini.

Arbeiðið hjá Stjørnuni er langt frá liðugt, hóast tær vunnu leygardagin. Tær eru framvegis niðast, men nú hava tær GÍ og VB í eygsjón, og tær hava ein dyst eftir at spæla móti GÍ. Tað verður á Kambsdali í seinasta umfarinum leygardagin 28. mars


1. deild kvinnur:

Stjørnan-VB 20-11 (10-4)

Stjørnan: Simona Hansen 5, Joan M. Joensen 5, Anna K. Samson 5, Ragna Andreasen 3, Jastrid Gullaksen 1, Ása Petersen 1.

VB: Eydis Kjærbo 3, Carol Strøm 3, Sóleyð Holm 2, Rannvá Augustinussen 1, Christina Holm 1, Arnleyð Krosslá 1.

Útvísingar: Stjørnan 6, VB 3.