Komandi kappingarár í SMS-deildini verður tað ein málverji hjá Montenegro, ið kemur at verja málið hjá Stjørnuni.
Stjørnan skrivar á Facebook, at Nina Abromovic hevur nógvar royndir innan hondbólt. Millum annað hevur hon spælt í bestu deildini í Grikkalandi.
Samstundis boðar Stjørnan frá, Annika og Svein Rógvi Ljósstein halda fram sum venjarar hjá besta kvinnuliðnum.