Stjerne for en aften á Skarv

Guðrun Sólja Jacobsen fer leygarkvøldið á pall í føroyska dansistaðnum í Keypmannahavn, Skarv. Guðrun gjørdist landskend í Danmark, tá hon fyri eftirhondini sjey árum síðani, vann sjónvarpssangkappingina Stjerne for en aften. Síðani hevur songkvinnan úr Suðuroy givið tvær fløgur út, fyrst kom fløgan Quiet Storm í 2003 og í 2005 kom fløgan Wake up.

 

Leygarkvøldið fáa føroyingar ? og onnur, sum vitja á Skarv ? møguleika at hoyra Guðruna saman við tveimum øðrum tónleikarum, sum spæla undir.