Gunnar Mikkelsen spælir fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Manhattan Hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen gjørdist av álvara kendur, tá hann gjørdi Guðruni Sólju Jacobsen eftir og vann kappingina Stjerne for en aften á Danmarks Radio.
Hansara fyrsta fløga The Best Piece Of Advice Always Comes A Little Too Late, varð eisini væl móttikin.
Danskir miðlar vóru skjótir at spáa Gunnari eina stóra framtíð og vístu á, at her kundi talan vera um okkurt annað enn vanligu døgnflugurnar, ið Stjerne For En Aften hópframleiddi. Men hvussu er og ikki, so hevur lítið og einki verið at hoyrt til Gunnar seinastu árini, vitjar tú heimasíðu hansara, sært tú at seinastu tíðindi eru løgd út í mai 2005.
Men fyri føroyingar er Gunnar aktuellur við jøvnum millumbilum, tá hann vitjar sum barrsangari, hetta ger hann m.a. í komandi vikuskifti.










