Stjarnan er átta stig frá einum endaspælsplássi

Liðið hjá Natasju Hammer og Inga Mariu Roysdóttir tapti á Akureyri í kvøld

Stjarnan við Natasju Hammer og Ingu Mariu Roysdóttir á liðnum spældi í kvøld dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á útivølli á Akureyri móti KA/Þór.

 

KA/Þór vann dystin 29-26. Í steðginum var KA/Þór eisini frammanfyri við trimum málum. Tá var støðan 16-13.

 

Natasja var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Stjörnini. Inga Maria skoraði tvey mál.

 

Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum. Tær hava átta stig upp til KA/Þór, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til endaspælið.

 

Selfoss er eitt stig aftanfyri Stjörnuna. 

 

Tað sum ræður um hjá Natasju, Inga Mariu og liðfeløgunum er at sleppa undan aftasta plássinum, og harvið beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. 

 

Sunnudagin 7. februar fær Stjarnan vitjan av ÍR.