Norska løgreglan tók nú um dagarnar nakrar menn, sum høvdu verið í Agder og stolið fýra stuttleikabátar. Sambært løgregluni høvdu eigararnir goldið góðar tvær milliónir krónur fyri bátarnar.
Bátastuldur er rættiliga vanligur í Noregi. Hagtølini hjá løgregluni vísa, at í fjør vórðu 2.500 bátar stolnir, og hóast tað ljóðar av nógvum, so var talið minni enn árið fyri. Hinvegin vísir tað seg, at tjóvarnir eru farnir at leggja seg eftir at stjala teir dýru bátarnar, og í fjør rindaðu tryggingarfeløgini næstan 73 milliónir krónur í endurgjaldi fyri stolnar bátar, sum ikki komu afturíaftur, skrivar Aftenposten.
Løgreglan heldur, at færri bátar verða stolnir nú, tí eigararnir hava fingið betri møguleikar at verja teir ímóti stuldri. Eitt nú ber til at hava eina skipan, sum ger, at eigarin fær boð í fartelefonini, um bátur hansara loysir frá landi. Harafturat eru eigararnir vorðnir raskari at skráseta sínar bátar. Vantandi skráseting hevur ofta havt við sær, at stolnir bátar koma ikki afturíaftur.










