Stjala hundar

Alt fleiri hundar verða stolnir í Danmark. Tað hendir serliga, tá fólk fara í handilin at keypa og lata hundin standa bundnan uttanfyri. Danska hundaeigarafelagið sigur, at tað eru serliga smáir hundar, sum verða stolnir, og felagið heldur, at tjóvarnir selja teir seinni. Tað kann loysa seg, tí í dag kostar ein vanligur hundur sjáldan minni enn einar 8.000 krónur í Danmark, og summi hundasløg koma upp í 15.000 krónur.