Ein nýggjur limur er vorðin partur av eyðkendu sirklunum av kampingstólum á kampingøkinum við Roskilde-festivalin. Nevniliga Dropbucket, ruskspannin, sum føroyska Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe hevur sniðgivið saman við tveimum øðrum.
Sambært DR, eru ruskspannirnar so væl umtóktar, at leguluttakarar stjala ruskspannirnar frá hvørjum øðrum um náttina.
Dropbucket er ein umhvørvisvinarlig ruskspann, gjørd av endurnýttum pappi, uppfunnin av Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, Marie Stampe Berggren og Andreas Bruun Nørballe, ið lesa á DTU í Kongens Lyngby. Tey hava gjørt eina avtalu við Roskilde-festivalin, um at nýta hesa ruskspannina til tiltakið í ár.
Dropbucket er gjørd við tílíkum almennum tiltøkum í huga, har avfallsmongdirnar eru størri enn vanligt. Ruskspannirnar eru lættar at seta upp, og eftir brúk er bara at blaka tær burtur, saman við restini av avfallinum.
Dropbucket rúmar um 60 litur, og ber upp til 25 kilo av avfalli. Hon er skapað sum ein keyla, fyri at fáa eitt lágt tyngdarpunkt. Hetta ger, at hon koppar ikki so lætt, hvørki av vindi ella sparki. Botnurin er bogaður, við smáum holum í hornunum. Hetta er fyri at væta sum sodavatn, øl og annað, lættliga skal kunna renna burtur.
Dropbucket endaði nummar tvey í kappingini um Innovationsprisen 2013 í samband við Forskningens Døgn, og stórur áhugi hevur verið fyri ruskspannini síðani. Fyrr í ár vóru tær at síggja á Frigg og nú hava sniðgevarnir fingið eina avtalu við Roskilde-festivalin, og vóna, at tað fer at ganga so mikið væl, at tey sleppa aftur næsta ár.
Les eisini Føroysk ruskíløt á Frigg
Felagið handan ruskspannina, Dropbucket Aps, har Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe er stjóri, er eisini farið undir at menna minni útgávur av ruskspannini, ið fólk kunnu taka við sær, millum annað tá tey fara út at grilla og tílíkt.
Føroyska íløgufelagið Royndin, sum Lív eigur, hevur sett 1,3 milliónir krónur í Dropbucket Aps.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Heiðu G. Nolsøe greiða frá um Dropbucket.