Nógv verður stjolið um jóltíðir. Sjálvt kirkjugarðarnir í Århus fáa ikki frið Kirkjugarðarnir í Århus í Danmark hava verið herjaðir av tjóvum seinastu tíðina. Teir sum røkta kirkjugarðarnir í Århus fáa javnan fráboðanir um, at dekorasjónir o.a. jólaprýði er stjolið frá gravarplássunum.
- Tað er ófatiligt, at slíkt kann henda, men tað er tíverri blivin ein fastur táttur hjá summum, sigur kirkjugarðsleiðarin í Aabyhøj, Michael Hamerschlag við Aarhus Stiftstidende. Stuldurin fer fram um kvøldarnar og um náttina, tá starvsfólkini hava frí frá arbeiði.
- Vit kunnu ikki gera nógv fyri at hjálpa teimum avvarðandi. Vit siga við fólk, at tey eru vælkomin til at halda vakt, men hvat skal ein gera tá ein kemur fram á ein persón, sum er í gongd við at stjala? Michael Hamerschlag undrast á, at nakar kann finna uppá at stjala dekorasjónir úr einum kirkjugarði.
Í kirkjugarðinum í Risskov er eisini nógvur stuldur. - Tað hendir á jóltíðum hvørt ár, antin um kvøldið ella í vikuskiftinum, at fólk koma at stjala. Tey avvarðandi gerast sera ørg um stuðulin, men tað er ikki nógv vit kunnu gera, sigur kirkjugarðsleiðarin í Risskov, Bjørn Hessellund Dinesen við Aarhus Stiftstidende.
Aðrir kirkjugarðar í økinum kring Århus hava eisini stórar trupuleikar av dekorasjóns-tjóvunum, sum bróta bæði lóg, gravarfrið og jólafriðin.