Stjórskúttarnir skutu VÍF um koll

Lovisa Andreasen og Simona Petersen gingu undan, tá Stjørnan vann stórsigur á VÍF um vikuskiftið. Tær skutu 11 mál hvør

Eftir eina trivlandi byrjan, royna kvinnurnar úr Klaksvík nú at finna fótafestið aftur. Liðið hevur verið fyri nógvum broytingum í summar, og tað er ein sannroynd, at spælaratilfarið er ikki eins gott sum síðsta kappingarár.
Stjørnan tapti fyri bæði VB og Neistanum fyrstu umførini, men síðani hava klaksvíkskvinnur fylt stigaposan og vunnið fýra dystir upp í slag. VÍF vitjaði í Klaksvík um vikuskiftið, og tað var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvør fór at vinna dystin. Heimaliðið legði bragdliga fyri og var beinanveg á sigurskós. Endaliga úrslitið var 36-23.
Tað eydnaðist ongantíð gestunum at verja fyri Lovisu Andreasen og Simonu Petersen, sum vóru mest eyðsýndu spælararnir hesaferð. Tær skutu 11 mál og átti sín virkna lut í sannførandi sigrinum.