Jóhan á Plógv Hansen hevur longt sáttmálan við Bjerringbro-Silkeborg til 2021.
22 ára gamli føroyingurin hevur ment seg til at gerast ein av bestu høgru vongum í donskum hondbólti. Farna kappingarár hjálpti hann felagnum at gerast danskur meistari og felagið hevur staðið seg heilt væl higartil í ár, bæði í donsku landskappingini og í Champions League.
Nú hevur Jóhan á Plógv Hansen so valt at leingja sáttmálan við donsku meistararnar til 2021.
- Eg trívist sera væl í Bjerringbro-Silkeborg og eg haldi, at hetta er júst rætta felagið fyri meg. Eg fái nógva spælitíð í einum av bestu feløgunum í Danmark og sleppi at spæla evropiskan hondbólt eisini. Ein ungur spælari sum eg kann ikki biðja um nógv meiri, sigur Jóhan á Plógv Hansen við heimasíðuna hjá felagnum.
Jóhan á Plógv Hansen sigur, at málið hetta kappingarárið er at gerast støðugari sum spælari, at hann skal megna regluliga at spæla á einum høgum støði allar 60 minuttirnar.










