Stjørnuspælarin hevur fingið nýggjan sáttmála



Philippe Coutinho hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Liverpool. Nýggi sáttmálin varir til 2022. Væntandi er lønin yvir 1,7 milliónir krónur um vikuna, sum sostatt merkir, at hann er hægst lønti spælarin í Liverpool.

 

Brasilianska stjørnan hjá Liverpool hevur spælt væl higartil í ár. Hann hevur skorað seks mál og lagt upp til sjey onnur higartil í ár, í teimum 18 dystunum, sum hann hevur spælt higartil í ár.

 

Hann bleiv skaddur í dystinum móti Sunderland seinast í novembur, men hevur verið á vøllinum tveir teir seinastu dystirnar.

 

Seinastu tíðina hevur Barcelona víst stóran áhuga fyri Philippe Coutinho og tað sigst, at Liverpool hevur noktað at seta ein sonevndan útkeypsklausul í kontraktina, júst fyri at eingin skal kunna noyða felagið at selja.

 

Kortini, tá eitt felag sum Barcelona vil hava ein spælara, plagar tað at hava minni at siga, at spælarin er sáttmálabundin við annað felag ella júst hevur skrivað nýggjan sáttmála.