Hóskvøldið vístu fráfarandi meistararnir í kvinnuhondbólti fyri fyrstu ferð í langa tíð meistaraspæl, tá Neistin fekk av at vita í Klaksvík.
Neistakvinnurnar vóru seinar til Klaksvíkar, og tí var dysturin eisini seinkaður. Men hóast tær høvdu stutt skoðbrá at gera klárt til dystin, var tað bara fyrstu løtuna, at Neistin kláraði at fylgja við væl upplagda heimaliðnum.
Stjørnan fór eftir lítlari løtu frá Neistanum, og restina av dystinum vaks munurin millum liðini upp í 20 mál.
Neistin var púra fyri ongum stórar partar av dystinum. Verjuspælið var vánaligt, og í álopinum var talan um veruligt maktarloysi.
Órógv órógvaði
Stjørnan var saman við VÍF favorittur til meistaraskapin í ár, men um ársskiftið kom Stjørnan inn í eina vánaliga gongd, sum liðið ikki mundi sloppið burtur úr aftur.
Órógv á liðnum var viðvirkandi til framhaldandi vánalig avrik á vøllinum, lagið var vánaligt, og gullið hvarv í gulu og bláu havsbrúnni.
Tað var ein smeitur fyri liðið, at Vesna Tomajek valdi at fara heim til Jugoslavia, men avgerðin hjá henni var eisini viðvirkandi til, at støðan í felagnum stabiliseraði seg, og bæði spælarar, venjari og leiðsla kendu treytirnar fyri restina av árinum.
Síðani hevur Stjørnan fótað sær eftir nøkur trilvandi avrik afturat, og hóskvøldið var talan um veruligt meistaraspæl ímóti einum Neistaliði, sum seinastu umførini hevur togað seg upp móti heiðursmerkjaplássunum.
Gott spæl
Stjørnan var væl uppløgd frá byrjan. Álopsspælið gekk skjótt og neyvt, og ferð eftir ferð spældi heimaliðið seg ígjøgnum Neistaverjuna.
Skjótálopini riggaðu eisini væl, og serliga fyrra partin av seinna hálvleiki skoraði Stjørnan ferð eftir ferð við skjótum álopum fram eftir vøllinum.
Simona Dziugyte er farin at trívast í Klaksvík, og tað sæst eisini aftur á vøllinum. Hon er gjøgnumbrotssterk, hevur eitt rúkandi hart skot, og hon stendur seg nú eisini væl í verjupartinum.
Týskvøldið skoraði Simona 10 mál, og hon var trygg sum brotsskastskjútti allan dystin.
Í seinna hálvleiki vaks munurin millum liðini upp í 20 mál, og fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði Neistin bara tvey mál!
Seinasta spruttið
Móti endanum av dystinum ressaðust gestirnir eitt sindur, og teir fingu fleiri mál seinasta partin av dystinum, tá Stjørnuliðið tók sær av løttum.
Neistin manglaði Katrina á Neystabø, og tað sást aftur í álopsspælinum, men tað var ikki einasti munurin millum liðini.
Stjørnan hevði funnið meistaraspælið framaftur, men kanska heldur seint, tí um eina viku tekur VÍF formliga við heitinum. Stjørnan kann tó gera eitt seinasta sprutt, tí VÍF skal á seinasta leikdegi spæla ímóti júst Stjørnuni í Vestmanna.
Neistin hevur framvegis møguleikan at vinna bronsu, men VB hevur fittan mun áðrenn seinastu dystirnar í kappingini.









