Leikarin við størsta frambrotinum á mansliðnum í flogbólti hevur uttan iva verið Johan Petur á Stongunum, sum hevur havt leiklutin sum libero. Serliga í móttøkunum hevur hann verið stinnur, og sjálvur fegnaðist hann eisini um, at tað hevur gingist somikið væl.
- At eg nú skal sleppa at spæla við í eini finalu er bara heilt fantastiskt. Tað er nakað, sum vit allir hava stríðst fyri, og sum eg eisini gleði meg til.
Spurdur, hvørt tað ikki kundi gerast strævið, tá tú alla tíðina skalt nýta kreftir upp á at savna bóltar upp av gólvinum, segði Johan Petur, at tað var tað sjálvandi.
- Summar dystir hevur tað verið heilt strævið, men soleiðis er tað bara. Og móttøkurnar eru eisini nakað, sum skal rigga, um vit skulu gera okkum nakrar vónir í finaludystinum. Eg havi ikki sæð so nógv til Saaremaa, men tað, sum eg havi sæð, vísir, at teir kunnu leggja stórt trýst á. Hvør tann eisini leikari hjá teimum hoppar við servuna, so vit skulu veruliga spæla upp til okkara besta í tí dystinum. Og gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit eisini hava møguleikan at vinna, segði Johan Petur á Stongunum at enda.