Áskoðararnir vóru alspentir, leikararnir tað teir høvdu eftir í sær, men hóast hetta kom triðja finalan ongantíð upp í sama gervi sum tær báðar undanfarnu.
Tað ávirkaði tó ikki gullrúsin eftir dystin, har áskoðarar og leikarar lótu bæði kenslur og champagnu floyma
Eftir tættan og sera spennandi finaludyst, eydnaðist tað unga Neistaliðinum at basa sigursvandu strandingunum á heimavølli. Fagnaðurin var øgiligur, leikarar og viðhaldsfólk hálsfevndust, trummurnar rungaðu, sigurssangur varð sungin og fagnaðarrópi fyltu høllina, meðan Neistamenninir fingu gullkrónurnar hongdar um hálsin.