Talan er um 18-ára gamla Jack Wilshere, ið er uppvaksin í Arsenal. Í fjør var hann leigaður út til Bolton og gjørdi nógv um seg. Í ár hevur hann fingið møguleikan á Arsenal liðnum og tað hevur hann gjørt væl. So væl at partarnir nú hava longt sáttmálan.
- Jack er ein fantastiskur spælari, sum hevur møguleikar at røkka langt. Hann er bara 18 ára gamal, so tað gleðiligt, at hann fer at spæla í Arsenal tey komandi árini, sigur Arsené Wenger.
Fyrr í fekk Jack Wilshere, sum hevur spælt í Arsenal síðani hann var níggju ár, eisini debut á enska landsliðnum.
- Arsenal er sum eitt annað heim fyri meg. At fáa bjóða ein nýggjan sáttmála merkir alt fyri meg. Eg eri bara 18-ára enn og hvai nógv at læra, men Arsenal er rætta felagið at gera tað í, sigur Jack Wilshere sambært SkySports.