Stjørnuskot feldi Liverpool

Unglingin hjá Fiorentina skoraði tvær ferðir í fyrra hálvleiki, og hesum megnaði Liverpool ongantíð at svara aftur í dystinum í Firenze.

Í Glasgow vann Sevilla sannførandi 4-1 á Rangers, sum við hesum enn einaferð vísti, at tað er meira enn trupult hjá skotskum liðum at standa seg í europisku meistarakappingini.

 

Úrslitini í kvøld vóru hesi:

Bólkur E

Fiorentinta-Liverpool 2-0

Debrecen-Lyon 0-4

 

Bólkur F

Rubin Kazan-Inter 1-1

Barcelona-Dynamo Kiev 2-0

 

Bólkur G

Rangers-Sevilla 1-4

Unirea Urziceni-Stuttgart 1-1

 

Bólkur H

Arsenal-Olympiakos 2-0

AZ Alkmaar-Standard Liege 1-1