Stjørnurnar tosa ikki saman

Tvær av stóru stjørnunum í spanska fótbóltsfelagnum FC Barcelona tosa als ikki saman, og tað sæst eisini aftur á vøllinum, at teir ikki sita væl um sett. Tað søgdu tveir viðmerkjarar í svenskum sjónvarpi um vikuskiftið um forholdið millum Zlatan Ibrahimovic og Lionel Messi. Viðmerkjararnir siga, at Messi kennir seg hóttan av Zlatan, sum hevur gjørt tað sera gott, síðani hann kom til felagið at spæla. Í gjárkvøldið skoraði Zlatan sigursmálið í stórdystinum ímóti Real Madrid.