Fundarfólkið lurtaði, tá bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, var á røðarapallinum á politiska og búskaparliga toppfundinum i Davos í síðstu vku. Tey sótu eisini kúrr og lurtaðu, tá fíggjarmálaráðharri hansara, Gordon Brown, hevði orðið, og Bill Clinton fekk eisini fólk at lurta eftir sær.
Men munandi meiri ferð kom á fundin, tá filmsstjørnur sum Angelina Jolie, Sharon Stone, Richard Gere og Gérand Depardieu trinu á pallin. Angelina Jolie hevur í mong ár verið ein trúgvur stuðul frá ST-barnahjálparstovninum UNICEF, og hon hevur eisini brúkt ein stóran part av sínari inntøku til ymiskt hjálpararbeiði.
Í Davos royndi Sharon Stone at savna pengar til bardagan ímóti malaria í Tanzania, og eftir fimm minuttum eydnaðist tað henni at savna eina millión dollarar til endamálið.










