Meðan fíggjarkreppan í løtuni hóttir við at broyta nútíðarsamfelagið, sum vit kenna tað, njóta Hollywoodstjørnurnar framvegis lívið og nógvu pengar teirra.
Robbie Williams og Bond-stjørnan Daniel Craig hava í øllum førum báðir júst keypt sær nýggj luksushús.
Robbie Williams hevur saman við damuni Ayda
Field keypt eini hús fyri 80 milliónir við sjey sovikømrum í Los Angeles frá fyrrverandi Bondgentuni Luciana Paluzzi. Harvið býr Robbie nú við síðuna av stórum stjørnum sum Rod Stewart, Denzel Washington, Eddie Murphy og Sylvester Stallone.
Daniel Craig hevur keypt eina 40 milliónir dýra íbúð í nær við Regent?s Park í London. Í íbúðini eru m.a. fontænir, ein innandura swimmingpoolur og eitt spa.
Her fer hann at búgva við síðuna av Jude Law, Sadie Frost og Sienna Miller.










