Stjørnurnar glógva sum ongantíð

Stjørnan er føroyameistari í kvinnuhondbólti. Tað gjørdist greitt seinnapartin, tá ið Stjørnan og VB spældu triðju finaluna í KÍ høllini, eftir at VB fyri viku síðani vann 20-16 í Vági, og eftir at Stjørnan í gjár vann 25-21 á heimavølli.

Í dag staðfesti Stjørnan rudduliga, at tær eiga besta kvinnuliðið í hondbólti. Stjørnan vann 24-17. VB fylgdi við fyrstu lítlu løtuna, og eftir steðgin tóku tær seg eitt vet inn á heimaliðið. Men so táttaði Stjørnan í aftur, og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Síðstu løtuna vóru fleiri av yngru Stjørnuspælarunum, sum ikki hava verið so nógv inni í ár, á vøllinum.