Stjørnurnar eru lendar

Nú eru øll fimm flogførini lend í Vágum, siga keldur á flogvøllinum við Planet.fo. Hetta merkir, at eisini RC 1459 við Bryan Rice og Kim Wilde er komið til landið.

Tær báðar stjørnurnar, ið skulu á pall í Klaksvík í kvøld, hava sovið í Keflavík í nátt. Flogførini vóru upprunaliga farin til Egilstaðir, men av tí at tað ikki bar til at fáa gisting til øll tey nógvu ferðafólkini á Eysturlandinum, varð flogið til Keflavíkar, greiddi Magni Arge stjóri á Atlantic Airways frá fyrr í morgun.

 

 

Bryan Rice skal eftir ætlan á pall í kvøld kl. 17.30 og Kim Wilde spælir klokkan 22.00, so seinkingarnar fara ikki at hava nakra ávirkan á skránna.