Frá árunum 1998-2009 var Middlesbrough fastur luttakari í Premier League, men síðani 2009 hevur felagið rokast í næstbestu deildini, Championsship. Í ár vendir reyða felagið úr norðara partinum í Onglandi aftur í fínasta selskapið, tí at í farna kappingarári eydnaðist tað Middlesbrough at enda nummar tvey í Championsship og harvið flyta upp í Premier League.
Tað er onki óvanligt í, at uppflytarar í Premier League styrkja um hópin við nógvu pengunum, ið uppflytingin viðførir. Soleiðis er eisini í Middlesbrough, har tað er sannlíkt, at tveir væl kendir leikarar, sum eru farnir um tey 30, enda í felagnum.
Tann fyrri er 34 ára gamli, spanski málverjin, Victor Valdés, sum í árunum frá 2002-2014 vardi málið hjá FC Barcelona. Síðani fór Valdés til Manchester United, har hann bert spældi tveir dystir. Í dag er Victor Valdés sáttmálaleysur, og sambært bretska The Guardian skal katalanski málverjin til læknakanning hjá Middlesbrough í dag.
Hin seinni er ein gamal kenningur í Premier League. Í fjør skifti 32 ára gamli Robin van Persie frá Manchester United til turkiska Fenerbahce, men nú røkist fyri, at hollendski framherjin endar í Middlesbrough. ESPN skrivar, at van Persie er á markinum at skriva undir við Middlesbrough.
Kappingarárið 2016/2017 í Premier League byrjar 13. august. Tá spælir Middlesbrough á heimavølli ímóti Stoke.