Stjørnur á Vágsbøi.

Ein einsamøll stjørna var at síggja á himmalinum í dyrdarveðrinum í nátt, tá Dynamitt setti eitt stórsligið punktum fyri Summarfestivalinum 2010. Men stjørnurnar á pallinum vóru mangar í tali. Tá Dynamitt endaði Summafestivalin 2010 var tað eisini við manér. Vágsbøur var fullsettur av festivalgestum í fantastiska góðum hýri. Ikki bert var tað ótrúliga goða veðrið í nátt sum var orsøkin til at endabresturin á festivalinum var ein so stór succes. - Succein var fyrst og fremst tengd at, at tað var bólkurin Dynamitt, sum fekk æruna av at seta punktum fyri ein væleydnaðan festival, har veðurgudarnir ikki vóru so harðir við Klaksvíkina, og gestirnar, sum teir hava verið undanfarnu árini. -Men Áskoðarafjøldin fekk eina stórslida uppliving við Dynamitt, har teir spældu alt tað, fólkið var komið eftir. Kendu hittini, ?Grøv nummar 13?, ?Sonur, pápi tín býr ei í Tórshavn? og ?Til allar kvinnur? vaktu gleði millum túsundtals áksoðararnar, sum sungu við og fingu júst tað, tey vóru komin eftir. Dansarar í hópatali gjørdu eisini konsertupplivingina enn betur. Men! Endabresturin á konsertini hjá Dynamitt og harvið á SF, har flest allar føroysku tónleikastjørnurnar, sum høvdu verið við á summarfestivalinum í ár, Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, Terji Rasmussen, Brandur og Tróndur Enni, Erik Biskopstø við fleiri, spældu saman við Steintór Rasmussen og restini av manningin í Dynamitt, Frændurlagið, Lívsmynd, má sigast at vera ein væleydaður og stjørnuríkur háttur at enda festivalin, og ikki minst væleydnaðu konsertina hjá Dynamitt á.