Jens Marni Hansen og Terji Rasmussen eiga hvør sítt kvøld í Manhattan hetta vikuskiftið. Fyrstnevndi spælir fríggjakvøldið. Hann er fløguaktuellur, og man ikki, at okkurt av nýggja tilfarinum verður royndarkoyrt í Manhattan.
Leygarkvøldið tekur garvaði føstufressurin yvir. Hann dugir sítt shitt og fær altíð fólkið við at syngja góðu gomlu slagararnar.
Leggjast kann afturat, at við at keypa eina ókeypis biip í Manhattan fríggjakvøldið, fæst eitt atgongumerki til Rex við í keypinum.










