Stjørnur ímóti AIDS

Við Lizu Minelli og Sharon Stone á odda savnaðu nakrar stjørnur 12 milliónir krónur til AIDS-gransking

Í sambandi við filmsstevnuna í Cannes í Fraklandi varð skipað fyri einum serligum tiltaki hóskvøldið, har endamálið var at savna pening til granskingararbeiði í sambandi við sjúkuna AIDS.

Ímillum luttakararnar vóru Rod Stewart, Sheryl Crowe og Nathalie Portman, men tað vóru tær báðar, Sharon Stone og Liza Minelli, sum stóðu á odda fyri tiltakinum. Undir tiltakinum segði Liza Minelli nøkur orð um mammu sína, Judy Garland. Sjálv segði hon, at hetta var fyrstu ferð, at hon hevði tosað um mammuna alment.

Tá kassin bleiv gjørdur upp, høvdu tey savnað tólv milliónir krónur til AIDS-gransking.