Stjørnulon í Jøkulstræti

Hósdagin 28. februar skipaði Nærverkið fyri almennari móttøku í nýggja dagtilhaldinum Stjørnulon í Jøkulstræti 4 í Havn.

Undir móttøkuni hildu Hans Pauli Strøm, landstýrismaður, og Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, røðu, og næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla framførdu.


Stjørnulon er eitt dagtilhald fyri minnisveik, sum upprunaliga byrjaði sum royndarverkætlan hjá Alzheimerfelagnum á Dalavegi 4 í Havn.


Sjørnulon heldur til í ovaru hæddini í einum nýggjum bygningi, sum Kiwanis felagsskapurin eigur. Leigaðu hølini eru 167 fermetrar til støddar við tveimum stovum, hvílirúmi, køki, grovkøki, tveimum baðirúmum, ítrivsrúmi og skrivstovu.


Ester Husgaard er leiðari á Stjørnulon, ið hevur pláss til 8 húsfólk, sum eru har í dagtímunum. Á stovninum eru tilsamans fýra starvsfólk.


mg