Stjørnukokkar til Føroya

Í næstum koma Michelin-kokkar og altjóða fjølmiðlafólk til Føroya at royna føroyska rávøru

 Í døgunum 13. til 17. apríl koma altjóða fjølmiðlafólk og Michelin-kokkar til Føroyar at royna ta føroysku rávøruna, smakka føroyskan mat, gera mat úr føroyskum rávørum og uppliva Føroyar sum gourmetferðavinnutjóð.

Sp/f Solea hevur seinasta árið skipað fyri tiltøkum í Føroyum og uttanlands við tí fyri eyga, at marknaðarføra Føroyar sum eina serliga tjóð fyri gourmetferðavinnu og sum eina tjóð, ið hevur heilt serligar kvalitetsrávørur at veita.

Í oktober í fjør varð skipað fyri einum gourmettiltaki á Michelin-matstovuni, Hedone, í London. Til døgurðan vórðu viðurkend ensk fjølmiðafólk, rávøruinnkeyparar og kokkar bodnir við.

- Móttøkan av føroysku rávørunum var sera jalig, og umframt at netverkið millum altjóða rávøruinnkeyparar og føroyskar rávøruveitarar varð styrkt, so vísti fjølmiðlafólkini sera stóran áhuga fyri Føroyum og ynsktu, at sleppa hagar at uppliva enn meiri føroyskt, sigur Bjørk K. Olsen, marknaðarleiðari fyri Solea.



Marknaðarføring

At móttøkan var so góð, gjørdi, at farið var undir at fyrireika næsta stigið, at fáa kendu fjølmiðlafólkini, Michelin-kokkarnar og innkeyparar til Føroyar.

- Endamálið við hesari vitjan er eitt: at marknaðarføra Føroyar. Sp/f Solea er av teirri áskoðan, at umtala í viðurkendum miðlum og millum manna í viðurkendum gastronomiskum netverkum, hevur eina stóra effekt, ið ikki kann gerast upp í pengum, sigur Bjørk K. Olsen.