Stjørnuklárt í Klaksvík

Summarfestivalurin byrjar um fáar dagar og nú er klárt at taka ímóti festivalgestum í Klaksvík


Nú er Summarfestivalurin í Klaksvík klárur at taka ímóti mongu áhoyrarunum og stóru poppstjørnunum, sum um fáar dagar fara at fylla miðbýin við sangi og tónleiki.
Fríggjakvøldið klokkan 23.00 verður írska heimsstjørnan Brian Mc Fadden á
tí stóra pallinum, og leygardagin fara so stór nøvn sum Anne Linnet, Ana Johnsson, Shaken`Stevnes og Straight Ahead at lata tónarnar runga á Vágsbønum.
Eisini til Summarfestivalin í ár verður nógv til børnini.
Leygardagin klokkan 15.00 verður eitt øðrvísi Barna- & Trøllashow har politistar í tyrlu jagstra vælumtóktu trøllini, sum eisini eru á flogi.
Framførslurnar verða á trimum pallum og skráin fevnir um nógvan føroyskan og útlendskan tónleik til alla familjuna.
Meira um skránna og Summarfestivalin kann síggjast á www.summarfestivalur.fo