Stjørnuhimmal við Halli

Føroyski country-kongurin skal nú roknast millum teir heilt stóru. Um eina viku fer Hallur Joensen til Nashville, har upptøkur saman við nøkrum av størstu nøvnunum innan country standa á skránni

- Hetta er tað svakasta, sum eg nakran tíð í lívinum havi funnið uppá.

Soleiðis byrjar prátið, tá vit spyrja Hall um verkætlanina, sum í næstum fer av barkastokki. Í døgunum frá 23. november til 7. desember verða Hallur Joensen og Jákup Zachariasen í Nashville, har nýggj útgáva skal takast upp. Ein útgáva, sum eftir øllum at døma verður ein heilt serligur varði innan føroyska tónleikasøgu. Hallur skal nevnliga syngja duettir saman við eitt nú Bobby Bare, Bellamy Brothers og Charlie Pride.


Øll siga ja

Hóast dagarnir til fráferðina nú eru heilt fáir í tali, so tykist Hallur sjálvur ikki reiðiliga at fata, at tað hevur eydnast honum at fáa hetta í lag.

- Tá Jákup og eg fóru at tosa um at gera nýggja fløgu, kom tankin um onkra duett eisini upp at venda. Sjálvur helt eg, at tað hevði verið stuttligt, um vit fingu bara ein kendan country-sangara við til onkra duett, og so var bara at fara ígongd. Eg royndi sjálvandi at brúka onkur sambond, sum eg hevði, og brádliga stóð greitt, at her vóru ein rúgva av nøvnum, sum høvdu hug at vera við. Enn er navnlistin ikki heilt endaligur, men tað stendur í øllum førum greitt, at Bobby Bare, G. Thomas, Charlie Pride, Bellamy Brothers og Christer Sjøgren verða við. Eisini hava vit spurt okkum fyri hjá Hank Williams Jr. Hann hevur ikki játtað enn, men hann hevur so heldur ikki sýtt fyri at vera. Og tað vildi veruliga verið tann heilt stóri trumfurin, um hann eisini verður á útgávuni.

- Hank Williams Jr. er eitt tað størsta navnið, sum tú kanst finna. Hann er helst ríkasti maðurin innan country-heimin, og javnan hevur hann skapt mikla øsing við tí, sum hann hevur upp á hjartað. Eitt nú í samband við amerikanska forsetavalið, har hann hevði sínar avgjørdu meiningar um, hvat var rætt og ikki. So tað vildi veruliga verið nakað, sum hevði vakt ans, um hann var við, sigur Hallur.


Nýtt og gott gamalt

Hvørjir sangirnir verða á útgávuni, er heldur ikki greitt enn, tó at Hallur viðgongur, at sumt er meira upplagt enn annað.

- Tað er væl lítil ivi um, at ein duett við mær og Charlie Pride verður við “Kiss an Angel Good Morning”, og kanska verður talan um okkurt væl kent lag í øðrum førum eisini. Hinvegin hava vit eisini fleiri nýggj løg við í viðførinum, og fleiri av hesum skulu so eisini við á fløguna, so vit fáa at síggja, hvussu endaliga úrslitið verður.

- Nú ræður fyrst og fremst um at fáa løgini heilt liðug. Síðani mugu Jákup og eg gera okkara tankar um, hvussu alt skal setast saman, og so verður setningurin sjálvandi at tillaga hetta, soleiðis at samansetingin eisini er nakað, sum hinir kunnu taka undir við, sigur Hallur.


Ringt at selja “Hallur”

Umframt at geva góðan tónleik út, so vónar Hallur eisini, at ein slík útgáva kann vera við til at styrkja altjóða brandið hjá Halli sjálvum.

- Hesi seinastu árini hevur tað veruliga verið stuttligt, og tú kanst kanska siga, at eg nú livi dreingjadreymin, sum birtist, tá eg fyrstu ferð spældi til dans. Tá var eg bara 13 ár, og í mun til tá, so taki eg kanska tónleikin meira róliga nú. Í øllum førum er tað ikki soleiðis, at øll tilveran stendur og fellur við, hvussu næsta útgávan stendur seg á marknaðinum. Hinvegin verið eg heilt rørdur, hvørja ferð onkur útlendsk bílegging kemur á heimasíðuna. Mítt endamál hevur bara verið at spæla góðan gamlan country-tónleik, og eru onnur, ið dáma hetta, so styrkir tað meg bara í trúnni um, at eg á hendan hátt kann geva country-tónleikinum nakað, sigur Hallur.

Við framførslum í eitt nú Noreg, Danmark og Hetlandi hevur Hallur seinnu árini spakuliga skapt mær eitt navn, og nú er setningurin sjálvandi at styrkja um hetta.

- Tá er tað ikki altíð so lætt at eita “Hallur” og koma úr Føroyum. Mín vón er í øllum førum, at eg eisini kann verða kendur sum ein, ið hevur sungið duettir saman við øllum hesum stóru nøvnunum.

- Kann útgávan skumpa meg rætta vegin í so máta, so er tað í øllum førum ein veldugur síðuvinningur. Men høvuðsvinningurin er fyrst og frems, at tað yvirhøvur hevur eydnast at fáa hetta í lag, sigur Hallur um tað, sum hann altso kallar fyri tað svakasta, sum hann nakran tíð hevur gjørt.